Aðalfundur 13 februar 2016

Í samband við at VFF Cup verður í Tórshavn vikuskiftið 13 februar, hevur venjarafelagið árligan aðalfund. Aðalfundurin verður í Bowling høllini á Hálsi leygrdagin 13. februar 2016 kl. 12.00



Skráin fyri aðalfundin er:

1. Formansfrágreiðing um farna árið.

2. Framløga av grannskoðaðum ársrokniskapi.

3. Lógarbroytingar.

4. Ásentan av limagjald.

5. Innkomin mál

6. Val av trimum nevndarlimum og einum tiltaklimi. (2 nevndarlimir verða valdir líka ár og 1 nevndarlimur ólíka ár, tiltakslimurin verður valdur hvørt ár.

7. Val av grannskoðara.

8. Ymiskt.