Alexander Jovevic ársins venjari hjá kvinnum

Tað lá ikki fyri hjá Alexander Jovovic at taka ímóti heiðrinum og steypinum, og tí tók Símun Eliasen, venjari hjá ÍF ímóti steypinum vegna Alexander Jovovic. Alexander var eitt greitt væl sum ársins venjari hjá kvinnum, sum samen við kvinnunum hjá KÍ hevur haft eitt framúrskarandi kappingarár 2016. Liði fór ósigra gjøgnum kappingina og liðið  skorðaði ikki færri enn 100 mál í 20 dystum. Krúna var sett á verkið við at vinna steypafinaluna  á Tórsvølli 3-2 móti HB.


Mið til in.fo http://www.in.fo/itrottur/sport-detail/video-alexander-jovevic-arsins-venjari-hja-kvinnum/

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og hoyr og síggj løtuna, tá Frankie Jensen frá Fótbóltsvenjarafelagnum kunngjørdi, at Alexander Jovovic, KÍ er valdur av starvsfeløgum sínum at verða ársins venjari hjá kvinnum.