Eilif Petersen Ársins Eldsál 2017 og Franki Jensen formaður í venjarafelagnum

Ársins Eldsál 2017.

Tað kunnu ikki verða mong sum hava vitja HB seinastu mongu árini, sum ikki eru komin fram á hendan mannin í HB húsinum ella onkran av vøllunum í Gundadali. Í ár fall heiðurin til Eilif Petersen, sum hevur havt øll hugsandi álitisstørv í HB. Tað var formaðurin í venjara felagnum Frankie Jensen sum handaði steypið til ársins eldsál sjálvandi í HB húsinum.

Tað var ein samd nevnd í VFF sum valdi at heiðra ársins eldsál 2017. Tá ein í fótbólts umhvørvinum nevnir navni Eilif Petersen, kemur ein til at hugsa um mannin sum hevur sína dagligu gongd í HB. Eilif hevur ikki bara sýnt 
ítróttini, men sanniliga felagnum sum heild sín brennandi áhuga í mong ár.


Hann hevur einki lagt í millum, men hevur altíð glett seg til at tørna til á hvørjum vári, og tað hava hópin av ungdómi í HB og kanska serliga breiddar leikarinir fingið ágóðan av. Júst tað, at Eilif hevur víst felagnum so stóran áhuga, ikki bara á vøllinum, ger at hann er ein framúr fyrimynd  og eisini hevur verði 
við til at birta undir felagskensluna í felagnum, sum er um at slókna aðrastaðni. Umframt alt tað arbeiði, hann røkir fyri HB nærum á hvørjum degi, við einum brennandi áhuga og eldhuga. Eilif er eisini ein íðin HB viðhaldsmaður. 

Hetta eru bara nakarar av grundgevingunum venjarafelagið hevur fyri at kjósa Eilif til henda stóra heiður sum ársins eldsál. Vita vóna at Eilif ikki fer at sleppa endanum, men fer at hanga í mong ár aftrat, tí vit hava veruliga tørv á hesum eldsálum ikki bara í HB men í føroyskum fótbólti sum heild.