B36 vann VFF Cup 2017

B36 og 07 Vestur spældu seg í finaluna. Hjá B36 var tað málmunurin sum avgjørdi, tí teir vóru javnir í stigum og innanhýsis við NSÍ og EB/Streym, meðan 07 vestur kom í finaluna, tí liðið var betri í innanhýsis dystinum móti KÍ.

B36 vann finaluna móti uppflytarunum úr 07 Vestur, sum annars avrikaði sera væl í hesi kappingin. Sjálv finalan tøtt og endaði við brotssparkskapping, eftir málleysan dyst. Her vann B36 4-3. Heilt óvæntað eydnaðist tað 07 Vestur at vinna á bæði HB og KÍ í bólkaspælinum.

Vanliga eru tað dómarir sum døma í effo deildini sum stilla upp til hesa kapping, men allir dómararnir vóru á dómaraskeið hetta vikuskiftið og tí vóru tað kendir menn, sum Kim Ejdesgaard, Baldvin Baldvinsson, Oddmar Andreassen, og ikkik minst Egga Jensen, umframt aðrar ynkri kreftir ið dømdu. Allir komu teir avbera væl frá dømingini.




Bólkur 1:

B36-B68 2-0

B68-EB/Streymur 0-1

NSÍ-EB/Streymur 0-0

NSÍ-B68 2-1

EB/Streymur-B36 0-0

B36-NSÍ 1-1


Støðan:

1. B36 5 stig +2

2. NSÍ 5 stig + 1

3. EB/Streymur 5 stig +1

4. B68 0 stig - 4


Bólkur 2:

HB-Giza Hoyvík 0-0

TB/FC Suðuroy/Royn-KÍ 0-3

KÍ-07 Vestur 0-2

07 Vestur-HB 1-0

Giza Hoyvík-TB/FC Suðuroy/Royn 0-1

KÍ-Giza Hoyvík 4-0

TB/FC Suðuroy/Royn-HB 1-3

HB-KÍ 0-0

Giza Hoyvík-07 Vestur 2-0

07 Vestur-TB/FC Suðuroy/Royn 1-1


Støðan:

1. 07 Vestur 7 stig (betri innanhýsis)

2. KÍ 7 stig

3. HB 5 stig

4. TB/FC Suðuroy/Royn 4 stig (betri innanhýsis)

5. Giza Hoyvík 4 stig


Finalan:

 

B36-07 Vestur 0-0 (4-3- eftir brotssparkskapping)

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=I9hiS-oOrs4]
Myndir hjá Venjarafelag Føroya februar 2017.