Óli Ejdesgaard móttekur heiðurin fyri Erik Nielsen Ársins venjari hjá kvinnum.

Erik Ernesto Nielsen ársins venjari hjá kvinnum 2017

Tað lá ikki fyri hjá Erik Nielsen sum er fluttur av landinum, at taka ímóti heiðrinum og steypinum, og tí tók hjálparvenjari hansara Óli Ejdesgaard ímóti steypinum hansara vegna. Erik var eitt greitt væl sum ársins venjari hjá kvinnum, sum saman við kvinnunum hjá EB-Streymur/Skála hevur haft eitt framúrskarandi og søguligt kappingarár 2017. Liði er tað fyrsta sum síðani 1999 vinnur FM frammanfyri annars so sigursvanda og søguliga KÍ liðið. Krúna var sett á verkið við at vinna steypafinaluna á Tórsvølli 3-2 móti HB. . Tað var Frankie Jensen formaður í Fótbóltsvenjarafelagnum sum kunngjørdi, at Erik Ernesto Nielsen (EB-Streymur/Skála) av starvsfeløgum sínum er valdur at verða ársins venjari 2017.