Jens Erik Rassmussen, ársins ungdómsvenjari 2017.

Gandakallurin við bóltinum ársins ungdómsvenjari 2017

Er nakar føddur við einum bólti við føturnar, má tað verða hesin maðurin, sum mann standa í minnunum hjá teimum flestu, sum ein tann dugnaligasti teknikarin, vit hava sæð á hesum klettum, í nýggjari tíð. Um nakar skuldi verði í iva, so er hetta ikki bara komi av sær sjálvum. Í barna og ungdómsárunum brúkti hann helst meira tíð á vøllinum, enn øll hini børnini í bygdini samanlagt, ja gev honum ein bólt í dag og hann er ikki til at dríva inn.

Í tíðarskeiðinum frá 1985 til 2014 gleddi hann okkum áskoðarar við sínum ganda kendu bólt snildum, sum sanniliga ikki var vanlig sjón kring leikvøllirnar her heima. Tann føroyski Pelé kundi sanniliga meira enn teir flestu og herjaði hann vøllirnar og mótstøðumenn, í einki minni enn 28 ár 456 dystir og 186 mál bleiv tað til, umframt 36 landsdystir og 12 mál. Eitt avrik sum í sær sjálvum eigur at verða heiðra.

Gaggurnar eru ongantíð lagdar á hilluna, heldur tvørtur ímóti, hann brúkar framvegis alla sína tíð at fáast við fótbólt, nú eru tað framtíðar stjørnuskotini í 07 Vestur, sum hava gleði av hansara nógvu fótbólts royndum og vitan og ikki minst tekniska bólt førleikanum, sum hann kann geva frálæru í.

Tá ið venjarafelagið hevur valt Jens Erik sum ársins ungdómsvenjara er tað millum annað grunda á at vit hava lagt til merkis, at ungdómsliðini hjá 07 Vestur leika sera góða fótbólt, har tekniski førleikin hjá teimum einstøku leikarunum, er á einum høgum støðið. Nakað sum eisini er eyðsýnt tá ið hesi ungu leika Futsal, har tað eru serliga stór krøv til tekniska førleikan hjá leikarunum. Tað kann ikki verða nakar ivi um at Jens Erik er ein dugnaligur og evnaríkur venjari. Føroysku ungdómsfótbóltur hevur tørv á at okkara bestu venjarinir, eru um tey ungu sum leika fótbólt.

Vit ynskja Jens Erik hjartaliga til lukku við heiðrinum sum ársins ungdómsvenjari 2017.