Sámal Erik Ársins Venjari Effo Deildin 2017

Sámal Erik aftur ársins venjari hjá monnum

Venjarinir eru valdir av fótbóltsvenjarunum í Føroyum . Sámal Erik Hentze, venjari hjá Víkingi, gjørdist kanska ikki óvæntað ársins venjari hjá monnum, hóast kapping við serliga NSÍ venjaran Anders Gerber. Sámal Erik hevur saman við Víkingi aftur haft eitt framúr gott kappingarár og blivu teir eisini meistarar fyri aðru ferð í søgu felagsins, og annað árið á rað.. Hetta er fjórða FM heitið hjá Sámal Erik, sum venjari í bestu deildini. Sámal Erik var eisini ársins venjari hjá venjarafelagnum í 2014 og 2016. Tað var Frankie Jensen formaður íFótbóltsvenjarafelagnum sum eftir dystin í Gøtu kunngjørdi, at Sámal Erik "Bagge" Hentze (Víkingur) av starvsfeløgum sínum er valdur at verða ársins venjari 2017.