Sámal Erik ársins venjari hjá monnum

Venjarafelag Føroya (VFF) heiðraði í kvøld teimum bestu venjarunum í landinum, sum eisini eru valdir av fótbóltsvenjarunum í Føroyum. Sámal Erik Hentze, venjari hjá Víkingi, gjørdist kanska ikki óvæntað ársins venjari hjá monnum, hóast tað var í tættari kapping við KÍ venjaran Mikjal Thomasen. Sámal Erik hevur saman við Víkingi haft eitt framúr gott kappingarár og blivu teir eisini meistarar fyri fyrstu ferð í søgu felagsins, um framt at liðið eisini kom í finaluna um Løgmanssteypið sum teir tó taptu, eftir brotssparks kapping. Hetta er triðja FM heitið hjá Sámal Erik sum sum venjari í bestu deildini. Sámal Erik var eisini ársins venjari hjá venjarafelagnum í 2014. 

 

Tað lá ikki fyri hjá Bagga at koma at taka ímóti steypinum og heiðrinum, og tí tók Janus Rasmussen vegna Víking ímóti steypinum, sum Bagge fær, sum áminning, at starvsfelagar hansara hava valt hann til ársins venjara.

  

Mið til in.fo http://www.in.fo/itrottur/sport-detail/video-bagge-arsins-venjari-hja-monnum/

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj og hoyr løtuna, tá Frankie Jensen frá Fótbóltsvenjarafelagnum kunngjørdi, at Sámal Erik "Bagge" Hentze (Víkingur) av starvsfeløgum sínum er valdur at verða ársins venjari.