VFF Cup verður leygardagin 31 januar frá kl. 14.00

23. Jan 2015

Seinastu tvey árini hevur Fótbóltsvenjarafelag Føroya, VFF skipa fyri VFF-cup, har fótbóltshugað fólk hava havt møguleikan at síggja tey flestu liðini í effodeildini. Tað er ókeypis atgongd til allar dystirnar.

les meir


Útgerð til venjarar

04. Jan 2015

Venjarafelagið hevur fingið eitt tilboð uppá útgerð til venjarar, sum vit vilja deila við tykkum.

les meir


Youtube gott amboð hjá venjarum

03. Jan 2015

Youtube kann verða eitt sera hent amboð fyri millum annað okkum venjarar. Ein dagin millum jól og nýggjár, settið eg mær fyri at finna nøkur innsløg um mentala venjing, tað kann verða í samband við fótbólt, ítrótt sum heild ella leiðslu, ella okkurt heilt annað....

les meir


Hesir eru ársins venjarar og eldsál 2014

03. Nov 2014

(kelda tekstur: Heri Simonsen in.fo)
(Myndur: Álvur Haraldsen in.fo)

Venjarafelag Føroya hevur í dag fund, har ársins venjarar hjá kvinnum og monnum verða valdir. Umframt tað, so verða ársins ungdómsvenjari og ársins eldsál eisini vald.

Hjá monnum er B36 venjarin, Sámal Erik Hentze valdur sum ársins venjari. B36 og Sámal Erik hava tikið tey flestu á bóli í ár, við at vinna FM heitið, hóast fá høvdu teir sum favorittar undan kappingini.

Hjá kvinnum er KÍ venjarin, Aleksandar Djordjevic valdur sum ársins venjari. KÍ kvinnurnar hava í ár vunnið greipuna, og harafturat hava teir sett heimsmet, við at hava vunnið meistaraheitið 15 ár á rað.

Ársins ungdómsvenjari í ár er fyrrverandi B71 legendan, Eli Hentze. Umframt at vera U-15 landsliðsvenjari, er Eli eisini venjari hjá yngri liðum hjá barndómsfelagnum, B71.

Og ársins eldsál er B36’arin, Jacob Thomsen, sum í ár hevur vant besta kvinnuliðið hjá B36.

les meir